Tey eru liðug við fyrsta dag á Íslendsku Meistarastevnuni á stuttgeil 2019, og gekk tað heilt ókey hjá føroyingunum.
- í 400 frí fyri kvinnur var Vár E. Eidesgaard (2001), HS skjótast av øllum við 4:18.91. Hon eigur føroyska metið á 4:17.18 frá Oyggjaleikum í summar.
- í 50 rygg fyri kvinnur var Signhild Joensen (2000), Ægir fjórskjótast við 29.20. Besta tíð hjá henni er 28.75 frá NM í 2017, og føroyska metið Birita Debes við 28.51 frá HM á stuttgeil í Istanbul í 2011.
- í 200 bringu fyri kvinnur var Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir sættskjótast av øllum við 2:46.69. Besta tíð hjá henni er 2:41.59 frá FM á stuttgeil í fjør, føroyska juniormetið Turið S. Christiansen 2:37.64 frá Ægir-stevnu í november 2011 og føroyska metið Emma F. Nystrøm 2:36.12 frá FM í 2014.
- í 50 frí fyri kvinnur var Barbara Debes (2000), Ægir fimtskjótast av øllum við 27.42. Besta tið hjá henni er 27.02 frá NM í 2017, og føroyska metið Guðrun Mortensen við 26.04 frá NM í 2011.
- í 50 frí fyri menn var Rókur Trygvason (2001), Ægir næstskjótast av øllum við 23.81. Hann eigur føroyska metið á 23.17 frá Atlantic Open í mars mánaða.
Føroyingarnir verða sum skilst ikki kosnir íslendskir meistarar ella líknandi, men tó heiðraðir við at verða bodnir upp á heiðursmerkjapallin saman við íslendsku vinnarunum, sum tað sæst á viðfestu mynd frá Jjaime úr Hafnarfirði.
Tey koyra í víðari í morgin og ovurmorgin, við innleiðandi frá kl 09:30 og finalur frá kl 16:30. Íslendarar stroyma beinleiðis her á oz.com, umframt at beinleiðis úrslit síggjast her á SwimRankings.net