Tey hava nú avgreitt fyrstu innleiðandi riðlar á íslendsku meistarastevnuni á stuttgeil 2019, og vóru tað fleiri føroyingar sum svumu seg í finalu.
- í 50 rygg fyri kvinnur svam Signhild Joensen (2000), Ægir 29.28 og fjórskjótast av teimum 23 luttakandi
- í 200 bringu fyri kvinnur svam Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir 2:47.76 og sættskjótast av teimum 14 luttakandi
- í 50 frí fyri kvinnur svam Barbara Debes (2000), Ægir 27.53 og fimtskjótast av teimum 38 luttakandi
- í 50 frí fyri menn svam Rókur Trygvason (2000), Ægir 23.81 og næstskjótast av teimum 29 luttakandi
Tey fýra verða tí at síggja í finalunum seinnapartin, umframt Vár E. Eidesgard (2001), HS sum við 4:17.18 hevur skjótastu tilmeldingartíð í 400 frí fyri kvinnur.