Nú fríggjamorgunin hin 1. november byrjar FøroyaMeistarastevnan á stuttgeil 2019, í Svimjihøllini í Gundadali. Startlistarnir eru klárir og síggjast her á livetiming.se.
Vit gleða okkum til eitt spennandi vikuskifti sum verður avgerandi fyri úttøkuna til NM/NJM í somu høll um mánaðarskiftið november/desember, og fyri úttøkuna til EM á stuttgeil í Glasgow í desember.