Signhild Joensen royndi seg í morgun í 50 metra ryggsvimjing á World Cup stevnuni 2019 í Berlin, og varð har nr 13 av teimum 26 luttakandi við tíðini 29.79 sekund. Sí úrslitalistan her
Besta tíð hjá henni er hennara føroyska met á 29.54 frá Evropeisku Meistarastevnuni í Glasgow í 2018, og er hendan nú hennara 5. besta nakrantíð, aftanfyri 29.54 á EM 2018, 29.59 á Danish Open 2017, 29.74 á Bergen Swim Festival 2019, og 29.75 á FM á langgeil 2019.
Signhild skal í morgin royna seg í 100 metra ryggsvimjing á hesi stevnu í Berlin, og síðani sunnumorgunin í 200 metra ryggsvimjing. Tær báðar greinirnar plaga at liggja betri fyri hjá henni, enn hetta stutta.