Úrslit frá Ægir Open 5. og 6. oktober 2019

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin hin 5. og sunnudagin hin 6. oktober 2019. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se

Tilsamans vóru tey 89 luttakarar úr 5 feløgum sum svumu 598 ferðir sum einstaklingar og 36 ferðir sum lið í teimum 37 kappingunum, hesar báðar dagarnar í Klaksvík.

Heiðursmerkjabýtið

FelagGullSilvurBronsa
Ægir18159
HS141519
SuSvim576
FLOT001
FS000

Bestu úrslit

Besta avrik var tá ið Signhild Joensen úr Ægir svam seg til 2.13.36 og 714 FINA stig í 200 metra ryggsvimjing.

Nálir

  • Jákup í Jákupsstovu úr FLOT svam seg til talentnál við 1:08.19 í 100 frí
  • Birita Vesturtún úr FS svam seg til bronsunál við 3:14.22 í 200 bringu
  • Sámal Torkilsson úr FS svam seg til talentnál við 2:26.40 í 200 frí

Kravtíðir

  • Alisa Vestergård úr SuSvim svam kravtíð til NJM við 4:33.19 í 400 frí

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.