Óli Mortensen vann sær í dag gull á eystaru donsku økismeistarastevnuni á stuttgeil, tá ið hann á hesi stevnu í Gladsaxe svam skjótast av øllum, 3:53.93 í 400 frí. Hetta var eisini skjótari enn skjótasta tíð í vestaru útgávuni, har Andreas Hansen svam skjótast við 3:54.70.