FINA kunngjørdi við byrjanina av HM 2019 í Gwangju, at HM 2025 verður í Kazan í Russlandi, og HM 2027 í Budapest í Ungarn.
Um hetta ljóðar kent, so er tað tí at HM 2015 var í Kazan, og HM 2017 í Budapest.
Vertsbýir hesi seinastu 10 árini og fram til 2027:
- 2009 – Rom í Italia
- 2011 – Shanghai í Kina
- 2013 – Barcelona í Spania
- 2015 – Kazan í Russlandi
- 2017 – Budapest í Ungarn
- 2019 – Gwangju í Suðurkorea
- 2021 – Fukuoka í Japan
- 2023 – Doha í Qatar
- 2025 – Kazan í Russlandi
- 2027 – Budapest í Ungarn
Talan er her sjálvsagt um HM á langgeil, meðan tilsvarandi HM á stuttgeil fall soleiðis:
- 2010 – Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum
- 2012 – Istanbul í Turkalandi
- 2014 – Doha í Qatar
- 2016 – Windsor í Kanada
- 2018 – Hangzhou í Kina
- 2020 – Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum
- 2022 – Kazan í Russlandi
- 2024 – Budapest í Ungarn
Kazan hevur hartil hýst Evropeisku JuniorMeistarastevnuna nú í 2019, meðan Budapest nú í august fer at hýsa HeimsMeistarastevnuni fyri Juniorar.
Hartil hýsti Kazan í 2013 sokallaðu Universiaduni, sum er stór ítróttarstevna fyri lesandi.
Umframt at báðir býir regluliga hýsa ‘smærri’ svimjistevnum so sum World Cup og (Budapest) nýggja Champions Swim Series.
Hetta eru altso alvorliga virknir býir, tá ið tað kemur til altjóða svimjistevnur.