Okkara trý Signhild, Óli og Alvi hava nú roynt seg í sínum fyrstu kappingum her á HM 2019 í Gwangju, og vóru avrikini har OK. Svimjararnir eru kanska ikki beinleiðis ovurfegnir um síni úrslit, men heldur ikki púra ónøgd.
Í morgin er eingin føroysk luttøka á HM í Gwangju, áðrenn tey frá í ovurmorgin skulu royna seg í sínum bestu greinum. Tey fara heilt tíðliga í hylin at venja, fyri síðani seinnapartin at taka sær av løttum.
Úrslitini til nú
- Signhild 1:04.04 í 100 rygg, føroyska metið hjá henni er 1:03.01
- Óli 8:24.02 í 800 frí, besta tíð hjá honum er 8:10.94
- Alvi 2:07.91 í 200 blandað, besta tíð hjá honum er 2:07.46
Eftir at svimja
- Signhild 200 rygg
- Óli 1500 frí
- Alvi 400 blandað
Startlistar og úrslit frá HM 2019 síggjast her á omegatiming.com
FINA stroymar bæði innleiðandi og finalur her á finatv.live
Rókur