Tað hevur verið rættiliga nógv rok runt um danska svimjilandsliðið í seinastuni, við søgum serliga hjá DR um fyrr framdar almennar vigingar og harav fylgjandi happing av landsliðssvimjarum, og síðani nú uppsøgn av ella frá venjarunum á NTC.
Fyrstu úrslitini hjá dønum benda tíverri á at hetta sæst aftur í avrikum teirra, og er serliga hendan samrøðan merkisverd hjá TV2, har tey tosa við Viktor B. Bromer sum vann gull á EM 2014.
Hann sigur m.a. beinleiðis at hann angrar at hann fór við til HM í Suðurkorea, og at hann sær fram til at flyta aftur til Aalborg at venja hjá íslendska Eyleifur “Leifi” Johannesson í Aalborg Svømmeklub, heldur enn á NTC.
Nu skal du hjem til din gamle træner ’Levy’. Du sagde, det er dét, du tror mest på frem mod OL. Ud over ham, hvor skal du så finde motivation?
– At få en base. Det at have en base omkring én. At folk over én står for at arrangere ting. At have noget, man stoler på. Og nogen man ved, der gør sit bedste – og vil én det bedste. Det tror jeg kommer til på lang sigt at hjælpe på det hele.
Les eisini hesa grein á Politiken, har Pernille Blume sigst at venja saman við uppsagda venjaranum, umframt at hetta við Viktor verður viðgjørt.