DIF og Team Danmark gera óhefta kanning av vantrivnaði millum úrvalssvimjarar

Danska ítróttasambandið og Team Danmark seta nú í verk eina óhefta kanning av teimum søgum sum serliga DR hevur borið í seinastuni, um vantrivnað og etingarólag hjá svimjarum á danska landsliðnum, tey árini tá ið Mark Regan og Paulus Wildeboer vóru landsliðsvenjarar.

“Vi ser med meget stor alvor på de sager, der har været fremme i pressen de seneste uger, og vi ønsker at få kulegravet sagen af hensyn til alle de involverede. Ingen skal blive syge – hverken fysisk eller mentalt – af at dyrke eliteidræt. Og derfor er det vigtigt, at vi kommer til bunds i den pågældende sag, så vi som minimum kan lære af fortiden” understreger Niels Nygaard, bestyrelsesformand i DIF.”

Hetta hendi aftaná at danski mentamálaráðharrin Mette Block hevði kallað inn DIF, Team Danmark og Dansk Svømmeunion til fund um hetta sama, og stuðlar hon kanningini.

”Desværre har det vist sig, at træningsmiljøet i dansk elitesvømning i en årrække har været præget af en usund og fuldstændig uacceptabel træningskultur. Jeg er rystet over de sager, der er kommet frem i de seneste uger. Og jeg har stor respekt for de svømmere, der nu er stået frem. Det kræver et stort mod. Ingen medalje er så meget værd, at atleter skal blive syge af det. Derfor er jeg glad for, at DIF og Team Danmark nu iværksætter en uvildig undersøgelse, så vi kan få afdækket omfanget og lære af fortidens fejltagelser, så det aldrig kommer til at ske igen. Idrætsorganisationerne i Danmark står med et stort ansvar, når det handler om at sikre en sund træningskultur for de mange dygtige eliteudøvere i Danmark,” udtaler kulturminister, Mette Bock.

Tað verða DIF og Team Danmark sum í samráð við danska mentamálaráðnum fara at gera ein arbeiðssetning fyri hesa kanning, sum skal kortleggja hvat ið veruliga hendi í hesum máli, herímillum hvussu Dansk Svømmeunion handfór hendingarnar, og at hyggja nærri at mentanini í svimjiítróttini.

Sí tíðindaskrivið her á dif.dk og her á kum.dk, umframt tíðindi her á DR

Hetta málið byrjaði við hesari sjónvarpssendingini hjá DR, har Jeanette Ottesen og onnur greiddu frá hvussu tey høvdu verið noydd at verða regluliga vigað frammanfyri hinum svimjarunum.

Har eru nógvar søgur síðani komnar afturat í hesum tema hjá DR, um millum annað hvussu Anders Lie Nielsen hevur bulimi. Anders Lie Nielsen var annar kappingarneytin hjá Páli Joensen um OL-pláss á danska svimjilandsliðnum í 2012 og 2016.

Og hetta er tíverri ikki fyrstu ferð at slíkar søgur eru komnar út, tí í 2010 bar TV2 hesa søgu um fyrrverandi landssvimjaran Josephine Thomsen, sum hevði fingið trupulleikar við etingarólagi.

Formaðurin í Dansk Svømmeunion bað á ársfundi hjá DIF nú leygardagin alment um umbering fyri venjaraatburðin runt danska svimjilandsliðið í tíðarskeiðnum 2003-2013, sum eru árini við hesum báðu nevndu landsliðsvenjarum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.