Føroyska svimjilandsliðið fór tíðliga í morgun við beinleiðis flúgvara hjá Atlantic Airways til Bergens, har tey nú fríggjadagin til sunnudagin hin 5. til 7. apríl skulu luttaka á Bergen Swim Festival 2019.
Svimjararnir eru:
- Barbara Debes (2000), Ægir
- Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
- Birita Debes (1995), FLOT
- Eyðrið Mortensen (2003), HS
- Johan N. Dam (2002), HS
- Kristina í Skála (2005), HS
- Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
- Rói Bech (2001), SuSvim
- Rókur Trygvason (2000), Ægir
- Róland Toftum (1998), SuSvim
- Sára R. Nysted (2001), SuSvim
- Signhild Joensen (2000), Ægir
- Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir
- Vár E. Eidesgaard (2001), HS
Venjarar eru Juan Jaime Arroyo Toledo, Pedro Nuno Prazeres og Panagiotis Christou, høvuðsvenjarar í ávikavíst Ægir, SuSvim og HS. Ferðaleiðari er Anita Ryggshamar Nysted.
Sum tit síggja, so hevur landsliðið eisini skift búna í sambandi við hesa stevnu, at brúka framyvir. Talan er um svenska merkið Craft, sum vit keypa frá Speedo umvegis Sport24.
Tit frætta sjálvsagt meira frá stevnuni í vikuskiftinum, so hvørt sum vit nærkast. Hesir fyrstu dagarnar er fyrireiking og samansjóðing, fram til stevnustart fríggjadagin.