Úrslit frá SuSvim-stevnuni 23. og 24. februar 2019

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin og sunnudagin hin 23. og 24. februar 2019. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á SwimRankings.

Tilsamans vóru tey 97 íðkarar og 18 lið úr 6 feløgum sum kappaðust 601 ferðir í 36 kappingum, hesar báðar dagarnar í Vági.

Juniormet til HS

Skjótastu dreingir hjá HS megnaðu at seta nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing, við tíðini 3:55.27 har metið hjá Ægir frá FM á langgeil í fjør var 3:57.26

HS vann stiga-kappingina

Havnar Svimjfelag vann kappingina um stig sum høvuðsvenjarin hjá Suðuroyar Svimjifelag hevði gjørt til høvið, sí viðfestu fílu

14 úttikin til Bergen Swim Festival 2019

Hesi 14 vórðu lisin upp beint aftaná síðstu liðkapping, sum tey ið hava klárað kravtíð til Bergen Swim Festival 2019. 

  • Barbara Debes (2000), Ægir
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Birita Debes (1995), FLOT
  • Eyðrið Mortensen (2003), HS
  • Johan N. Dam (2002), HS
  • Kristina í Skála (2005), HS
  • Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
  • Rói Bech (2001), SuSvim
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir
  • Róland Toftum (1998), SuSvim
  • Sára R. Nysted (2001), SuSvim
  • Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS

Ægir vann flest heiðursmerki

FelagGullSilvurBronsaÍalt
Ægir199634
HS11181039
SuSvim571527
Reysti11
FS
FLOT

Signhild og Róland høvdu frægastu avrik

Menn

  1. Róland Toftum (1998), SuSvim 29.56 og 676 FINA stig í 50 bringu
  2. Johan N. Dam (2002), HS 4:15.95 og 635 FINA stig í 400 frí
  3. Rókur Trygvason (2000), Ægir 54.81 og 626 FINA stig í 100 frí

Kvinnur

  1. Signhild Joensen (2000), Ægir 1:04.92 og 716 FINA stig í 100 rygg
  2. Vár E. Eidesgaard (2001), HS 17:46.62 og 653 FINA stig í 1500 frí
  3. Barbara Debes (2000), Ægir 2:12.91 og 614 FINA stig í 200 frí

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.