Óli, Alvi og Frans beint uttanfyri DM-heiðursmerki í dag

Nú eru síðstu kappingar avgreiddar á DM á stuttgeil 2018, har Óli Mortensen og Alvi Hjelm skuldu royna seg í A-finaluni í 400 frí, og Frans Johannessen í A-finaluni í 200 blandað. Og well, tað varð til eitt 4. pláss til Óla og eitt 5. pláss til Alva í 400 frí, umframt eitt 4. pláss til Frans í 200 blandað.

Tíðirnar vóru sum so rættiliga góðar – Óli 3:49.86 í 400 frí har hansara besta tíð nakrantíð er 3:48.67 frá DM á stuttgeil í fjør, Alvi 3:53.30 í 400 frí sum var stór betring av hansara til nú bestu tíð á 3:55.27, eisini frá DM á stuttgeil 2017, og Frans 2:02.28 í 200 blandað har hansara besta tíð á SwimRankings er 1:58.93.

Samlaða heiðursmerkjaúrtøkan gjørdist sostatt eitt silvurheiðursmerki til Alva í 400 blandað, og tvey bronsuheiðursmerki til Óla í 800 og 1500 frí.

 

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.