Magnus Jákupsson hevur vunnið sær enn eitt danskt meistaraheiti, tá ið tey hóskvøldið avgreiddu finalurnar á DM á langgeil 2018 í Odense. Hetta í 50 metra ryggsvimjing, har hann vann kappingina við tíðini 25.85, frammanfyri silvurvinnaran Andreas Kaas Elmgreen á 26.67 og bronsuvinnara Kasper Schultz á 26.95. Sí úrslitalistan her.