Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni á langgeil 2018, sum var í Páls Høll í Vági nú í vikuskiftinum hin 8. til 10. juni. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se umframt her á SwimRankings.
- Úrslit sum html-fíla: FM2018L-urslit.html
- Úrslit sum txt-fíla: FM2018L-urslit.txt
- Úrslit sum re-fíla: RE180608.txt
- Úrslit sum lef-fíla: Results_Vagur_2018-06-08.lef
Lyklatøl
Tilsamans vóru tey 63 einstaklingar og 53 lið úr 5 feløgum sum luttóku í teimum tilsamans 40 kappingum á hesum FM.
Heiðursmerkjabýtið millum feløg
Tilsamans 120 heiðursmerki vórðu handaði á hesum FM, harav Havnar Svimjifelag fór við helvtini.
| Felag | Gull | Silvur | Bronsa | Tilsamans |
|---|---|---|---|---|
| HS | 22 | 19 | 19 | 60 |
| Ægir | 13 | 13 | 7 | 33 |
| SuSvim | 5 | 8 | 14 | 27 |
| FLOT | – | – | – | – |
| Reysti | – | – | – | – |
| Tilsamans | 40 | 40 | 40 | 120 |
Heiðursmerkjabýtið millum svimjarar og lið
Tey bæði Óli Mortensen og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag vóru greitt mest vinnandi svimjarar, sum einstaklingar og Óli hartil við liðnum “Ambassadors Hs”.
| Navn (føðiár), felag | Gull | Silvur | Bronsa |
|---|---|---|---|
| Óli Mortensen (1996), HS | 9 | 1 | |
| Vár Erlingsd. Eidesgaard (2001), HS | 8 | ||
| Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir | 4 | 1 | |
| Rókur Trygvason (2000), Ægir | 3 | 3 | |
| Signhild Joensen (2000), Ægir | 3 | 2 | 1 |
| Róland Toftum (1998), SuSvim | 3 | 1 | |
| Ambassadors Hs (1996), HS | 3 | ||
| Ægir 1 Kvinnur (2000), Ægir | 3 | ||
| Sára R. Nysted (2001), SuSvim | 2 | 2 | 1 |
| Alvi Hjelm (1996), HS | 2 | 1 | 1 |
| Johan N. Dam (2002), HS | 4 | 1 | |
| Niels Nattestad (1998), HS | 3 | 4 | |
| Gentir Hs 1 (1998), HS | 3 | ||
| Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir | 3 | ||
| Lena Rannváardóttir (1998), HS | 2 | 4 | |
| Eyðrið Mortensen (2003), HS | 2 | 3 | |
| Rani Jacobsen (2001), SuSvim | 2 | 3 | |
| Barbara Debes (2000), Ægir | 2 | 2 | |
| Kristina Í Skála (2005), HS | 2 | ||
| Ægir 1 Menn (2000), Ægir | 2 | ||
| Bartal Debess (2002), SuSvim | 1 | 2 | |
| Alisa Vestergård (2003), SuSvim | 1 | 1 | |
| Bluesharks Hs 3 (1998), HS | 1 | 1 | |
| Rói Bech (2001), SuSvim | 1 | ||
| Susvim Kvinnur (2001), SuSvim | 3 | ||
| Bartal E. Eidesgaard (2003), HS | 2 | ||
| Natanael A. Matras (2002), Ægir | 2 | ||
| Susvim Harrar 1 Lh (2001), SuSvim | 2 | ||
| Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS | 1 | ||
| Jónas Lindenskov Schiller (2003), HS | 1 | ||
| Lea Midjord (2002), SuSvim | 1 | ||
| Malan Jóhansdóttir (2004), Ægir | 1 | ||
| Martin V. Sivertsen (2002), Ægir | 1 | ||
| Petra A. Nielsen (2003), SuSvim | 1 | ||
| Súsanna Tummasardóttir (2001), HS | 1 | ||
| Tilsamans | 40 | 40 | 40 |
Føroysk met og juniormet
Tilsamans 3 føroysk met og 2 føroysk juniormet vórðu sett á hesari stevnuni, harav besta mansliðið hjá HS gjørdi ‘hat trick’ við at vinna og seta føroyskt met í øllum trimum stafettum sum teir kundu luttaka í.
Føroysk met
- HS menn 4:11.85 og føroyskt met í 4×100 blandað
- HS menn 8:05.01 og føroyskt met í 4×200 frí
- HS menn 3:40.47 og føroyskt met í 4×100 frí
Føroysk juniormet
Nógvar betringar annars
Av teimum 63 sum luttóku í einstaklingakappingum á hesum FM, vóru tað heili 55 sum betraðu seg í minst einari grein, ella umleið 87%
- Reysti – 5 svimjarar, 5 betraðu seg (100%)
- Ægir – 14 svimjarar, 13 betraðu seg (93%)
- SuSvim – 16 svimjarar, 14 betraðu seg (88%)
- HS – 25 svimjarar, 21 betraðu seg (84%)
- FLOT – 3 svimjarar, 2 betraðu seg (66%)
Viðmerking: Tann sum ikki betraði seg hjá FLOT, var venjarin 🙂
Landsliðsúttøka
Hesir svimjarar vóru úttiknir til landsliðsuppgávur í summar, nú kravtíðarskeiðið var liðugt, og tey høvdu klárað kravtíð. Onnur verða møguliga tikin út eyka, nú ein av næstu døgunum.
NMU 2018
Til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri ung 2018 vórðu úttikin:
- úr SuSvim: Alisa Vestergård (2003), Bartal Debess (2002)
- úr HS: Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003), Eyðrið Mortensen (2003), Høgni Hoydal Thomassen (2002), Johan Nónskarð Dam (2002), Kristina í Skála (2005)
- úr Ægir: Martin Vágseið Sivertsen, Rebekka Trygvadóttir (2004)
EJM 2018
Til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2018 vórðu úttikin:
- úr SuSvim: Alisa Vestergård (2003)
- úr HS: Johan Nónskarð Dam (2002), Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001)
- úr Ægir: Rókur Trygvason (2000)
EM 2018
Til EvropaMeistarastevnuna 2018 vórðu úttikin:
- úr Ægir: Signhild Joensen (2000)
- úr HS: Óli Mortensen (1996)
Ársins svimjarar og stjørnuskot
Nú aftaná lokið svimjiár her heima, vórðu ársins svimjarar og stjørnuskot kosin, av eini dómsnevnd umfatandi venjarar, svimjarar og miðlafólk.
Ársins stjørnuskot
- Gentur: Alisa Vestergård (2003), SuSvim
- Dreingir: Johan N. Dam (2002), HS
Ársins svimjarar
- Kvinnur: Signhild Joensen (2000), Ægir
- Menn: Óli Mortensen (1996), HS
Bestu avrik á hesum FM
- Kvinnur: Signhild Joensen (2000), Ægir – 2.15.38 og 769 FINA stig í 200 rygg
- Menn: Óli Mortensen (1996), HS – 4:03.03 og 742 FINA stig í 400 frí
