Danish Open 2018 byrjaði í dag, har Óli Mortensen nú seinnapartin skuldi royna seg í besta riðli í 800 metra frísvimjing. Og har varð tað til eitt silvurheiðursmerki til Óla, við tíðini 8:11.77 aftanfyri Alexander Aslak Nørgaard sum við tíðini 8:03.37 setti stórt danskt juniormet.
Persónliga metið hjá Óla er 8.10.94, so hetta var hørð kapping. Tíðin í dag var næstbesta tíð sum Óli nakrantíð hevur svomið, sí yvirlitið her. Anton Ørskov Ipsen átti danska juniormetið til nú, sum var 8:09.67.