Føroyskir parasport svimjarar til Malmø Open 2018

Eisini Merkið er við, nú á Malmø Open hin 9. til 11. februar 2018.

Vit hava 4 ungar svimjarar ið skulu royna seg. Onkrir á fyrsta sinni, og onkur ið er meira royndur.

Svimjararnir eru Ábraham Norðgerð, Ári Müller, Laura Jansdóttir Johannesen ið svimja við Parasport, og Signa Vár Dávadóttir ið svimur við Havnar Svimjifelag.

Føroyska luttøkan á Malmø Open 2018

  • Ábraham: 4 (25m Firvald), 10 (100m Frí), 12 (25m Rygg), 16 (25m Bringu), 27 (25m Frí)
  • Ári: 10 (100m Frí), 12 (25m Rygg), 27 (25m Frí)
  • Laura: 9 (100m Frí), 11 (25m Rygg), 26 (25m Frí)
  • Signa Vár: 5 (200m Frí), 9 (400m Frí), 13 (200m Blandað), 17 (50m Firvald), 24 (100m Rygg)

Skráin sæst her á livetiming.se, umframt beinleiðis úrslit frá stevnuni.

Parasport Føroyar á Facebook og malmo-open.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.