Nógv heiðursmerki og finalupláss til føroyingar, fyrsta kvøld á RIG 2018

Tey eru nú liðug við fyrsta stevnupart á Reykavík International Games 2018, og gekk tað bara heilt væl hjá føroysku svimjarunum úr Ægir har. Nógv komu víðari til finalurnar í morgin, umframt at heiðursmerki vórðu vunnin í ungdómskappingini, og í teimum einstøku (longri) kappingum sum vórðu avgreiddar sum beinleiðis finalur.

aegir-a-rig-2018
Ægir á RIG 2018. Agnes Vágseið Sivertsen eigur myndina.

Í innleiðandi 50 rygg fyri kvinnur svam Signhild Joensen (2000, Ægir) 30.63 og næstskjótastu tíð av øllum, aftanfyri íslendsku Eygló Ósk Gústafsdóttir á 30.57. Barbara Debes (2000, Ægir) svam seg eisini í finaluna í morgin, við 32.55 og fjórbestu tíð.

Í innleiðandi 50 bringu fyri menn svam Rókur Trygvason (2000, Ægir) 32.57 og triðbestu tíð av øllum, soleiðis at hann er víðari til finaluna í morgin, meðan Marius Steinhólm (2005, Ægir) við 45.81 vann bronsu í kappingini fyri dreingir 14 ár og yngri.

rig2018-marius-bronsu-50bringu

Í innleiðandi 50 bringu fyri kvinnur svam Rebekka Trygvadóttir (2004, Ægir) 35.55 og fjórbestu tíð av øllum, samstundis sum hon vann gull í kappingini fyri gentur 14 ár og yngri. Hartil svam Sólvá A. Sigurðsson (2002, Ægir) seg við 38.56 í B-finaluna í morgin.

rig2018-rebekka-gull-50bringu

Í 400 blandað fyri kvinnur vann Rebekka Trygvadóttir (2004, Ægir) gull við tíðini 5:32.25, í kappingini fyri gentur yngri enn 14 ár, samstundis sum hon vann bronsu í opnu kappingini fyri allar aldursbólkar. Hendan kapping varð avgreidd sum beinleiðis finala.

rig2018-rebekka-gull-400im

Í innleiðandi 50 firvald fyri menn svam Rókur Trygvason (2000, Ægir) seg víðari til finaluna í morgin, við 27.30 og sjeyndbestu tíð av øllum. Finalan er í morgin.

Í innleiðandi 50 firvald fyri kvinnur svam Jana B. Thomsen (2000, Ægir) seg víðari til finaluna í morgin, við 29.84 og triðbestu tíð av øllum. Finalan er í morgin.

Í innleiðandi 50 frí fyri menn svam Rókur Trygvason (2000, Ægir) seg víðari til finaluna í morgin, við 25.13 og  næstbestu tíð av øllum. Finalan er í morgin.

Í innleiðandi 50 frí fyri kvinnur svam Rebekka Trygvadóttir (2004, Ægir) seg víðari til finaluna í morgin, við 30.84 og  triðbestu tíð av øllum. Finalan er í morgin.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.