FINA góðkent FMS og ABMS 2018 sum úttøkustevnur til HMS 2018

Altjóða svimjisambandið FINA góðkendi her í vikuni tvær føroyskar meistarastevnur sum ‘qualifying events’ til HM á stuttgeil 2018, og sæst tað tí nú eisini í offisiella yvirlitinum á heimasíðu FINA.

Talan er um FM á stuttgeil 2018, sum verður í Havn hin 26. til 28. oktober, umframt AldursBólkaMeistaraStevnuna 2018, sum verður í Klaksvík hin 10. til 12. mai.

AldursBólkaMeistaraStevnan er stevnan sum vit til nú hava kallað fyri JM/MU, sum nú í 2018 verður víðkað til eisini at umfata ein ‘seniorbólk’, umfatandi allar svimjarar eldri enn junioraldur.

Sostatt verða tvær svimjistevnur her í Føroyum í 2018, har gjørligt er at klára kravtíðir til HM á stuttgeil 2018, sambært teimum treytum sum FINA hevur ásett til hesa stevnu. Hetta HM verður sum kunnugt í Hangzhou í Kina.

Ein av treytunum sum vit sum fyriskiparar millum annað skuldu lúka, var at vit til hesar stevnur skulu hava serliga FINA góðkendir, altjóða yvirdómarar og startarar, skrásettir á FINA listum 18 ella 19.

Her hava vit í løtuni bara tann eina, skrásetta dómaran, nevniliga Dan Hjelm sum er skrásettur sum altjóða yvirdómari. Og tí hevur verið neyðugt at gera avtalur við dómara og startarar í Danmark og Íslandi, til at fáa hetta upp á pláss.

Svimjarar kunnu eisini royna eftir kravtíðum uttanfyri Føroyar, so leingi sum hesar lúka krøvini hjá FINA, umframt okkara egnu krøv. Kravtíðarskeiðið endar við FM á stuttgeil 2018, og verður landsliðið so úttikið sum skjótast aftaná hetta.

Hetta er fyrstu ferð at vit hava roynt hetta, at søkja um FINA góðkenning av føroyskum meistarastevnum, og er tað einamest tí at FINA fyrst nú hevur ásett kravtíðir til HM á stuttgeil, umframt hesi herdu krøv til sjálvar stevnurnar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.