FINA fegnast um ‘Girl Power’ á World Cup 2017

Tað er altjóða gentudagur í dag, og feirar FINA nú hetta við hesi video frá fyrstu World Cup stevnum í ár, har serliga kvinnur gjørdu vart við seg.

Tær vóru nevniliga fýra sum settu heimsmet á hesum stevnum: Ranomi Kromowidjojo úr Niðurlondum við 22.93 í 50 frí, Katinka Hosszu úr Ungarn við 56.51 í 100 blandað, Sarah Sjöström úr Svøríki við 1:50.43 í 200 frí, og Mireia Belmonte úr Spania við 4:18.94 í 400 blandað.

Og ‘for the record’, so eru upphæddirnar tær somu fyri menn og kvinnur, tá ið tað kemur til bonus og virðislønir frá FINA og LEN, og líknandi. Í fjør vann Katinka Hosszu allarmest á World Cup, sum gav henni $387.000 í inntøku.

Harvið er ikki sagt, at alt er perfekt innan altjóða svimjing, tá ið tað kemur til kynsbýti. Tað sæst til dømis á manningini av nevndarlimum hjá LEN og FINA, og á kynsbýtinum millum venjarar.

Men vit royna, til dømis tá ið FINA og eisini SSF ásetur eins stórar kvotur til menn og kvinnur, til luttøku á HM og fyri tann skyld hjá okkum til NMU.

Og vit eru so í øllum førum komin nakað á leið.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.