Mikael Brandén luttók fyri Svøríki sum 16-ára-gamalur í svimjing á Olympisku Leikum í Montreal í 1976, men var síðani plágaður av skaða, til hann gavst og skifti til body building, og endaði í misnýtslu av anabolskum steroidum, sum so aftur førdi til sálarligar trupulleikar. Nú stjelur hann sjónvarp og líknandi og ynskir sær ein longri fongsulsdóm, til at fáa skil uppá sítt lív.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2017/10/mikael-branden.jpg?resize=825%2C510&ssl=1)