Svenska stjórnin játtar 300 milliónir afturat til at betra um svimjiførleika

Ógvuliga gleðilig tíðindi fyri sviar her – Hóast sviar longu hava flott svimjiførleikatøl at vísa á, so ynskir svenska stjórnin nú at røkka teimum síðstu børnunum eisini, og játtar tí 300 milliónir svenskar krónur afturat til svimjiskúlar. Tað eru umleið 234 millionir danskar.

Her er talan um at røkka teimum síðstu 5500 børnunum um 12 ára aldur, sum ikki megna at svimja 200 metrar harav 50 á rygginum, sum er norðurlendska allýsingin fyri svimjiførleika:

Skolverkets rapport från 2016 visar att 95 procent av landets sjätteklassare klarade kunskapskravet för simkunnighet; att kunna simma 200 meter varav 50 i ryggläge. Det är en ökning från 2010 års siffror, men innebär fortfarande att drygt 5 500 av landets 12-åringar inte är simkunniga.

Svenska stjónin skrivar soleiðis um tørvin og loysnina:

Simundervisning ska ges till alla barn inom skolans ramar, men när undervisningstiden inte räcker till för att ge tillräcklig simkunnighet och vattenvana, behöver många vända sig till avgiftsbelagda simskolor utanför skolans verksamhet. För att inte hemmets ekonomi ska styra vilka barn som lär sig simma vill regeringen därför satsa på avgiftsfria simskolor.

Og sum tit síggja, so fegnast svenska svimjisambandið sjálvsagt, við hesum tíðindaskrivi.

Í Føroyum hava vit ikki líknandi tøl ella kanning at vísa á, men ætlar Svimjisambandið seg nú í næstum at endurtaka kanningina frá 2010, sum bendi á heilt onnur og nógv verri tøl enn hesi hjá svium.

Photo by Katelyn Fay

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.