Róland Toftum royndi seg fyri løtu síðani í 50 metra bringusvimjing, her á HM 2017 í Budapest, og svam har teinin uppá 30.17 sekund.
Hetta rakk til eitt 57. pláss millum teir 81 luttakandi. Besta tíð hjá Rólandi er hansara føroyska met á 29.43 sekund, frá Danish Open í mars mánaða.