So er tað HM 2017 í Budapest

Nú sunnudagin hin 23. juli byrjar kappsvimjistevnan í svimjihyli á HeimsMeistarastevnuni á langgeil 2017, har eisini føroyingar luttaka. Kappast verður í átta dagar, frá sunnumorgni 23. til sunnukvøld 30. juli, og føroyingar fara at royna seg allar hesar dagar undantikið hósdagin hin 27. juli.

Tey fýra sum fara at umboða Føroyar, eru Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, Signhild D. Joensen úr Ægir, og Sára R. Nysted og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag. Afturat teimum eru venjarar Øyvind K. Røsland og Juan Jaime Arroyo Toledo, og ferðaleiðari Anita R. Nysted.

Føroyingarnir eru tilmeldaðir í hesum kappingum:

  • Sun 23. juli: Sára 200 blandað og Róland 100 bringu
  • Mán 24. juli: Signhild 100 rygg
  • Týs 25. juli: Róland 50 bringu og Óli 800 frí
  • Mik 26. juli: Føroyar 4×100 blandað mix
  • Hós 27. juli: eingin føroysk luttøka
  • Frí 28. juli: Signhild 200 rygg
  • Ley 29. juli: Óli 1500 frí, Føroyar 4×100 frí mix
  • Sun 30. juli: Sára 400 blandað

Úrslit fara  at kunna síggjast her á OmegaTiming.com, og hartil ber til at síggja alt frá HM 2017, beinleiðis og bandað, á finatv.live

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.