Upptakt – Næsti morgun á Oyggjaleikum 2017

Stutt sagt: Aftur annan dag fáa vit svimjara beinleiðis víðari til finalupartin, við tað at Vár E. Eidesgaard hevur bestu tilmeldingartíð í 800 frí. Á pappírinum sær tað gott út, og so fáa vit at síggja hvussu tað roynist í hylinum.

Skrá, føroysk luttøka og #styrkismeting

  • K12 – 800 frí kvinnur – Vár E. Eidesgaard #1
  • K13 – 400 blandað menn – Alvi Hjelm #1
  • K14 – 200 bringa kvinnur – Ásbjørg Hjelm #3, Beinta P. Debes #4
  • K15 – 100 firvald menn – Óli Mortensen #3
  • K16 – 100 rygg kvinnur – Signhild D. Joensen #1
  • K17 – 50 bringa menn – Róland Toftum #1, Rókur Trygvason #9
  • K18 – 50 firvald kvinnur – Vár E. Eidesgaard #1, Jana B. Thomsen #10
  • K19 – 200 frí menn – Óli Mortensen #2
  • K20 – 200 blandað kvinnur – Sára R. Nysted #1
  • K21 – 4×50 frí menn – Føroyar
  • K22 – 4×50 blandað kvinnur – Føroyar

*Eingin styrkismeting í liðsvimjing, m.a. tí at Jersey ikki hevur tilm.tíðir her

Sí http://livetiming.se/program.php?cid=3398&session=3

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.