Svimur runt Gotland til frama fyri fólkaheilsu, integratión og svimjiførleika

Nú gott og væl meðan vit mongu eru til Oyggjaleikir á Gotlandi, svimur triatleturin Jonas Colting teir 300 kilometrarnar runt oynna, í tríggjar vikur fram til Almedalsveckan sum verður í Visby beint aftaná Oyggjaleikir. Hetta til at fáa politikarar at vakna og byggja svimjihallir, til frama fyri fólkaheilsu, integratión og svimjiførleika.

Hoyri til dømis samrøðuna við Colting her í video hjá Aftonbladet, og lesið her á SVT. Hetta er fyrstu ferð at nakar svimur runt Gotland, men Colting hevur fyrr svomið longri tein, tá ið hann í 41 dagar í 2014 svam teir umleið 640 kilometrarnar frá Stockholm til Göteborg. Hetta tá til at savna pening inn til felagsskapin Wateraid og teirra arbeiði at hjálpa menniskum í menningarlondum at fáa atgongd til reint vatn. Tann innsavningin gav 715.000 svenskar krónur.

Og í 2016 svam hann 140 kilometrar runt Phuket í Tailandi, til at seta fokus á dálkingina av heimshøvunum, og á týdningin av at øll fólk í heiminum læra at svimja.

Colting er altso ein royndur havsvimjari, og hevur eisini týðiligvís orðið í sínari makt, at greiða frá týdninginum av svimjihallum. At samfelagið má gera størri íløgur í fólkaheilsu, nú kanningar benda á at hon er versnandi við ovurfiti og óvirknum børnum, og at tað her finst éin einasti ítróttur sum ikki bara er góður fyri øll men eisini lívsneyðugur, umframt at tú einans í svimjihallum sært superstjørnur sum Sarah Sjöström venja saman við fólkum sum eru ov feit, hava rørslutarn ella eru børn ella øgiliga gomul.

Og so er ymiskt skemtiligt eisini á vegnum, so sum hann bjóðar politikarum av at svimjar 200 metrar á sjónum, sum er norðurlendska definitónin uppá svimjiførleika.

Sjógvurin runt Gotland er heitari enn Colting hevði væntað, eini 15-16 í mun til eini 11-12 í undanfarnu viku.

Til ber at fylgja við svimjingini hjá honum á colting.se/gotland. Hann byrjaði við at svimja ein 10k prolog hósdagin hin 15. juni, og svam so 15 km fríggjadagin, 15 km leygardagin, 15 km sunnudagin, 15 km mánadagin og so 16 km í gjár.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.