Teir báðir Óli og Alvi royndu seg aftur í dag á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon, og gekk tað bara ókey.
Óli Mortensen royndi seg í B-finaluni í 800 metra frísvimjing, og varð har skjótastu við tíðini 8.13.55. Besta tíð hjá Óla er 8:13.24 í hesi grein í ár, frá tá ið hann vann gull á Danish Open í apríl mánaða, og tíðin nú var sostatt bara 31 hundraðpartar frá tíðini tá.
Alvi Hjelm royndi seg í 200 blandað, og varð har nr 22 av teimum 31 luttakandi, við tíðini 2:11.28. Besta tíð hjá Alva er 2:10.36 í hesi grein, frá Danish Open í apríl mánaða.