Tað var ikki bara í Esbjerg at føroyingar vunnu heiðursmerki í dag, tí í Køge hevur Marius Steinhólm úr Reysta nú í kvøld vunnið silvur í 100 blandað og gull í 200 frí. Hetta á Køge Open 2016, í kappingini fyri teir sum eru føddir í 2005 ella seinni.
Myndin omanfyri er ikki úr Køge, men frá Reysta-stevnu í Leirvík herfyri, har Marius stendur ovast á skamlinum.
Her er ein úr Køge
(Malan Steinhólm eigur myndina)