So hevði eg umhugsað hesa lidnu loysn, at seta á bryggju ella líknandi slætt øki.
Hetta er ein áhugaverd niðurlendsk svimjihallarloysn, har ein fær 8 geilar á 25 metrar við møguleika fyri at broyta dýpdina í hylinum, og at hava ymiskan hita í ymiskum pørtum av hylinum, fyri umleið 32 milliónir danskar krónur. Gjøgnumhugsað til millum annað at kunna rekast av tveimum starvsfólkum, og rættiliga væl roynd eisini, nú einar fimm hallir av hesum slag eru bygdar síðani hin fyrsta í 2014.
Tað man missur, er møguleikan at broyta munandi uppá loysnina, við serligum ynskjum um arkitektur og innrætting og líknandi.
Tað man vinnur, er at loysnin er roynd og kann roynast, longu áðrenn verkætlanin byrjar, og at høllin vegna somu royndir er rættiliga skjót og bílig at byggja.
Bryggjukantin hevði eg valt, tí at tað eru so nógvir av hesum í Føroyum, um ein leitar eftir slættum øki. Og, um man skuldi roynt okkurt serligt, so hevði tað verið stutt at farið, um man vildi roynt eina sjóhitaloysn, til at spara uppá kostnaðin til upphiting av høllini.
Her skriva sviar um loysnina: http://www.
Her er ein rundtúrur í høllini:
Útlendskar loysnir eru kanska ikki altíð so góðar, tá ið tað kemur til føroyskt veðurlag. Men, handan høllini sær rímiliga væl innilokað út, og hartil er umhvørvið inni í høllini longu so mikið hart, við klori og líknandi, at tær sjáldan halda í ævir. Tá heldur spara eitt sindur nú, so at peningur verður til útskifting seinni 🙂
Sí annars 2521gewoonzwemmen.nl