Pál 3:51.92 og nr 5 í superfinaluni á North Sea Swim Meet 2016

Pál Joensen varð í gjár nr 5 í superfinaluni í 400 metra frísvimjing á North Sea Swim Meet 2016, við tíðini 3:51.92 aftanfyri týska Florian Wellbrock á 3:49.02, italska Alex di Giorgio á 3:49.46, norska Erik Årsland Gidskehaug á 3:49.82 og rumenska Alexandru Artimon á 3:50.10. Hetta aftaná um morgunin at hava vunnið silvur í kappingini fyri árgang 1997 og eldri, við tíðini 3:52.97.

‘Superfinalur’ er nakað serligt og áhugavert sum tey brúka á hesi stevnu, har svimjararnir fyrst kappast um heiðursmerki í aldursbólkum um morgunin, og síðani teir skjótastu óansæð aldursbólk í superfinalum um virðislønir eisini um kvøldið.

Pál royndi seg eisini í 200 metra bringusvimjing, har hann við tíðini 2:16.95 varð nr 4 í 200 bringu fyri árgang 1997 og eldri, og síðani við tíðini 2:19.93 nr 5 í ‘superfinaluni’.

Úrslitini kunnu síggjast her á medley.no

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.