Marius bjargaði fjórða degi á EJM 2016

Hóast vit í dag høvdu 4 svimjarar í kapping har tey sjálvu eiga føroysku metini, so riggaði tað tíverri ikki heilt so væl í dag. Eingin kom heilt niður á sína bestu tíð, fyrr enn Marius Gardshodn í 800 frí svam imponerandi 8:24.90, í mun til persónligt met á 8:27.98.

Í 100 rygg svam Signhild Joensen úr Ægir 1:05.84, har hennara føroyska met frá Danish Open í vár er 1:04.54.

Í 200 frí svam Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag 1:59.54, har hansara persónliga met frá Danish Open í vár er 1:59.00

Í 200 blandað svam Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag 2:23.04, har hennara føroyska met frá Reykjavík International Games í januar er 2:20.41.

Í 100 bringu svam Ásbjørg Hjelm úr Ægir 1:17.48, har hennara føroyska met frá Evropeisku Leikum í Baku í fjør er 1:15.34.

Í 100 bringu svam Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag 1:06.93, har hansara føroyska met frá Reykjavík International Games í januar er 1:06.87.

Og í 800 frí svam Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag 8:24.90, har hansara persónliga met frá Danish Open í vár er 8:27.28.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.