Í morgun fór eitt ferðalið av føroyskum svimjarum og leiðarum/venjarum við Atlantic úr Vágum, til Danmarkar at ferðast víðari yvir Stockholm til Tampere í Finnlandi, har Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung verður nú leygardagin og sunnudagin.
Svimjararnir eru 10 í tali
- Alisa Vestergård (2003), Suðuroyar Svimjifelag
- Brynhild Johannesen (2002), Suðuroyar Svimjifelag
- Eyðrið Mortensen (2003), Havnar Svimjifelag
- Karin Midjord (2001), Havnar Svimjifelag
- Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir
- Súsanna Tummasardóttir (2001), Havnar Svimjifelag
- Johan N. Dam (2002), Havnar Svimjifelag
- Hugin Næs Lave (2001), Suðuroyar Svimjifelag
- Rói Bech (2001), Suðuroyar Svimjifelag
- Rókur Trygvason (2000), Ægir
Hartil er Anni á Hædd við sum ferðaleiðari, Rúni Gaardbo sum venjari og Annika Næs Johannesen sum leiðari/venjari.
Vit vita longu út í frá startlistunum, at kappingin verður sera hørð, og at hesi ungu tí fyrst og fremst eru við fyri at royna eftir sínum egnu, bestu tíðum, og at venja luttøku á altjóða meistarastevnum.
Stevnusíðan sæst her á heimasíðuni hjá finska svimjisambandinum
Martin Dam eigur myndina