Svimjing.com skift heimasíðuskipan

Ja, aftaná 3395 dagar við Drupal, hava vit í kvøld skift heimasíðuskipan, til WordPress. Síðan sær kanska ikki út av so nógvum enn, men hendan nýggja skipanin er betri hóskandi til okkara tørv, at kunna blogga frá fartelefon og líknandi.

svimjing-com-a-wordpress

Tað var ikki ikki tí at tað var so nógv galið við gomlu heimasíðuskipanina, tí hon hevur jú trúliga tøffað avstað í meira enn 9 ár, uttan størri trupulleikar. Men, hon var eftirhondini tvær útgávur afturúr, í mun til nýggjasta Drupal, og tað var faktiskt nú lættari at skifta til WordPress, enn at royna at uppstiga Drupal.

Hartil er WordPress betri egnað til tann tørvin sum vit hava her á svimjing.com, at kunna posta okkurt skjótt frá til dømis fartelefon – og at vera lættari at lesa á fartelefon – og tann vegin at kunna býta út til Facebook og líknandi. Og at gera vøkur myndasøvn her á heimasíðuni, heldur enn at dúva á Flickr ella Facebook.

So, hóast Bartal helst sá at gamla svimjing.com helt til hon varð 10 ár, so hava vit nú skift. Okkurt upptak er eftir hjá mær; men til dømis burdu øll gomul leinki enn rigga, til heimasíðuna. Og, um onkur verður heilt sentimentalur, og vil síggja tað gamla, so er hon flutt yvir á gamla.svimjing.com

Vegna svimjing.com

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.