Krista Mørkøre royndi seg í dag tríggjar ferðir á British National Para Swimming Championships 2015, og vann tá heiðursmerki í øllum kappingum, umframt at seta persónligt met í øllum trimum kappingum.
Fyrst svam hon seg til gull í 100 frí, tá ið hon í morgun svam tann teinin uppá 1:08.49, sum var betring av hennara bestu tíð við 0.27 sekundum.
Síðani vann hon silvur í 100 bringu við at svimja tann teinin uppá 1:31.00, sum var betring av hennara persónliga meti við 2.4 sekundum.
Og seinnapartin vann hon so eisini gull í 50 frí, við at svimja tann teinin uppá 31.69, sum var persónligt met við 0.7 sekundum.
Í morgin skal hon so royna seg í 400 metra frísvimjing, og er so liðug við hesa stevnu.
Tey heilsa úr Manchester, at hetta var “ein super dagur í dag”.
Úrslitini kunnu síggjast her.
2 thoughts on “Krista 2 gull og 1 silvur á British Para Swimming Championships 2015”