FS svimjarar til Køge Open 2015

Svimjarar úr Fuglafjarðar Svimjifelag eru hetta vikuskiftið í Danmark, har tey skulu kappast á Køge Open 2015. Bjartur Nón hevur bestu styrkismeting, sum nr 22 av 79 luttakandi í 50 bringu.

FS í Køge

(FS í Køge, Eyðrið Jøkladal eigur myndina)

Stevnan gongur fyri seg í tveimum svimjihallum, har tey yngstu partvís kappast í Herfølge Svømmehal, fyri so øll at møtast til festligar finalur í Køge Svømmehal.

Startlistin til kappingina í Herfølge sæst her, har teir flestu fuglfirðingarnir koma at kappast, meðan startlistin til Køge sæst her.

Tey byrja klokkan 15 í morgin, og kappast so fram til og við sunnudagin.

Stevnan hevur heimasíðu kopen.dk

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.