Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2015

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Svimjisamband Føroya hevði fríggjakvøldið hin 23. oktober 2015 sín árliga aðalfund, í ÍSF-húsinum í Gundadali. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og gjøgnumgongd av roknskapinum serliga val av nevndarlimum, har Dan Hjelm varð valdur inn sum næstformaður fyri Eyðun Húsgarð, og Anni á Hædd varð afturvald sum skrivari. Síðani varð Anita Ryggshamar Nysted vald inn sum tiltakslimur í starvsnevndini fyri Dan Hjelm.

20151023DSC02280-Edit

Neyðugt var eisini at velja nýtt fólk í dómsnevndina, við tað at formaðurin Poul Nolsøe eftir drúgva tænastu hevði biðið seg undan, og við tað at Hanna Jøkladal herfyri andaðist. Ið teirra stað eru nú komin Janus Rein og Jórun Eið Johannesen.

Starvsnevndin hevði sum innkomið mál, at broyta reglugerðina um hvussu aðalfundurin skal lýsast, til framyvir at vera líknandi sum hjá ÍSF, við skrivligari fráboðan til limafeløgini og á heimasíðu SSF. Undir ymiskt viðgjørdi aðalfundurin millum annað tal á hjálparfólkum sum hvørt felag verður biðið um at hava til okkara svimjistevnur, og tørvin á at fáa eina svimjinevnd at virka aftur.

Formansfrágreiðingin er viðfest.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.