Cecilia til NM í Open Water 2015

Cecilia Wigant Eysturdal fer nú leygardagin og sunnudagin at royna seg á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Open Water 2015, sum verður í Göteborg í Svøríki. Í fjør vann hon silvur, og spennandi verður tí at síggja hvussu fer at liggja fyri hjá henni í ár.

(Mynd Cecilia Wigant Eysturdal)

Startlistin sæst her, har vit síggja at Cecilia er meldað til í báðum NM-kappingunum, sum eru 10 km leygardagin og 5 km sunnudagin. Báðar dagarnar byrjar kappingin kl 10:00 svenska tíð, sum er kl 9:00 her í Føroyum.

Fylgið við á goteborgsimmet.se. Cecilia venur til dagliga við Ægir í Klaksvík.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.