Pál snýttur fyri finalupláss tá Sun Yang avlýsti vegna pínu

Kinesiski Sun Yang møtti ikki upp til 1500 frí finaluna í kvøld vegna pínu í bringuni. Sun Yang segði á tíðindafundi aftaná kappingina, at hann hevði pínu í bringuni aftaná hann hevði vunnið 800 frí mikudagin.

Sun Yang var ikki í bíðirúminum 20 min undan finaluna í kvøld, sum krav er, og Sun Yang nevndi ikki á tíðindafundinum, nær hann valdi at avlýsa. Men hann boðaði ikki fyriskiparunum frá. Fyriskiparnir áttu í slíkari støðu at boða Páli frá so at hann kundi svimja í finaluni í staðin. Men hetta hendi ikki. Formaðurin í Svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, sigur, at tey mótmæltu á staðnum, men tá var ov seint. Væntandi kemur eitt eftirspæl, tað vil siga eitt mótmæli frá Svimjisamband Føroya.

Rókur sigur, at finalutíðirnar vóru ikki imponerandi, so um Pál hevði svomið sítt besta, so hevði hann fingið medalju. Gregorio Paltrinieri úr Italia vann og setti nýtt evropeiskt met við tíðini 14:39.67. Connor Jaeger úr USA og Ryan Cochrane úr Kanada vunnu silvur og bronsu við ávikavist 14:41.20 og 14:51.08. Norðurlendska metið hjá Páli er 14:46.33.

Haraftrat hevði Pál óivað klárað kravtíðina til OL, sum hann gjørdi í innleiðandi riðli, um hann svam í finaluna. Sum er má Pál bíða til í vár 2016 fyri at klára kravtíðina, tí serligu donsku krøvini siga, at bert HM finalutíðir kunna brúkast til OL so tíðliga í kappingarárinum:

“Svømmere kan opnå direkte kvalifikation til OL ved at opnå en top-8 placering ved VM i Kazan i 2015 i en tid under OL-kravtiden i en eller flere individuelle olympiske discipliner.” kelda Dansk Svømmeunion. OL-kravtíðin er 15:07.53. Pál svam innleiðandi 14:58.52.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.