ÍSB-svimjarar halda áfram at vinna heiðursmerki í Los Angeles

Update úr L.A.:

Mánadagin svumu teir tríggir ÍSB-svimjararnir finalu í 100m frí við Special Olympics World Games 2015 í L.A.

Signa Vár Dávadóttir setti stórt persónligt met til innleiðandi sunnudagin, har hon svam 1:16.38 og betraði við gott og væl 1 sekundi; til finaluna mánadag vann hon silvurheiðursmerki í sterka bólkinum F3. Hon svam 1:13:37 og betraði hon sostatt aftur við heili 3 sekundum.

Heidi Eliasen og Eivindur Toftegaard svumu eisini til góðar tíðir og Heidi betraði við 1 sekundi frá innleiðandi.

(Eivind, Signa Vár og Heidi – Barbara Holm eigur myndina)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.