Tá ið Vár Erlingsdóttir Eidesgaard svam 1500 metra frísvimjing fyri Havnar Svimjifelag á Portugal Open í gjár, so setti hon ikki bara stórt føroyskt met og juniormet á tí teininum, men eisini stórt føroyskt juniormet í 800 metra frísvimjing. Og nú hóttir hon veruliga føroyska metið hjá Monu Simonsen.
Vár svam sum nevnt teir 1500 uppá 17:32.83, sum er nýtt føroyskt met við 19 sekundum í mun til tá ið Cecilia Wigant Eysturdal svam 17:51.83 á Danish Open í fjør, og nýtt føroyskt juniormet við 25.2 sekundum í mun til tá ið Vár svam 17:58.03 á Danish Open nú í mars mánaða.
Men ávegis til tað svam hon fyrstu 800 metrar uppá 9.18.79, sum er stórt nýtt føroyskt juniormet í mun til hennara 9:23.40 frá 800 metrinum á Portugal Open nú hóskvøldið, og bara 14 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá Monu Simonsen, sum er 9:18.65 frá HeimsMeistarastevnuni í Melbourne í 2007.
14 hundraðpartar er ikki tykkum at siga einki í eini 800 metur kapping. Ein tummilfingraregla er at ein tíggjundapartur í svimjing er umleið sum longdin á hondini, ella munurin á um tú hevur vektinum á hælinum heldur enn framfótinum tá ið tú stendur á startskamlinum. Býta vit út yvir teir 800 metrarnar, so er tað 1.75 hundraðpartar fyri hvønn 100 metur, ella minni enn ein hundrapart fyri hvørja longd á langgeil.
Altso heilt øgiliga nær føroyska metinum, og spennandi nú hon og Sára Ryggshamar Nysted skulu royna seg á HeimsMeistarstevnuni fyri Juniorar í Singapore, seint í august.