Komin til Baku

Føroyska ferðaliðið er í kvøld komið til Baku, at luttaka á Evropeisku Leikum og Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing. Tað hevur verið ein drúgv men lukkutíð í síðsta enda væleydnað ferð, at náa allan tann langa vegin fram til Aserbadjan.



Svimjidómarin Dan Hjelm ferðaðist meira ella minni beinleiðis úr Føroyum umvegis Keypmannahavn og Istanbul til Baku í gjár, og gekk tað nøkulunda undantikið við at kuffertið ikki náddi fram saman við honum.

Landsliðið ferðaðist við eini seinni flogferð úr Føroyum, so at yvirnáttast skuldi í Keypmannahavn. Tað gekk fínt, við svimjivenjing í Kastrup og yvirnátting inni í býnum, at møta til fráferð leygardag kl 10:05.

Men so var onkur leki á tí hydrauliska á flúgvaranum, sum mátti gerast. Flúgvarin var fyrst útsettur til kl 10:15, síðani 10:30 og so 11:00, fyri at enda fara uppfrá kl 11:25.

Trupulleikin var tí at náa næsta flúgvara úr Frankfurt til Baku, sum burdi verið eitt stopp har liðið kundi eta og so framvegis, men endaði við at neyðugt varð at renna (langt) til næsta flúgvara.

Onkur hevði tørv at sleppa á vesi, men slapp at renna trappur í staðin. Og alt tað við mati og drekka mátti avmarkast til tað sum man nú einaferð fær og kann fáa umborð.

Klokkan 21:05 var ferðaliðið frammi í Baku, sum er kl 17:05 føroyska tíð. Tá var fráferðin av hotellinum kl 07:00, av flogvøllinum í Kastrup kl 10:25 og úr Frankfurt kl 12:35, alt føroyska tíð.

Veðrið hevur verið heilt ókey, sól og eitt sindur skýggjað í Keypmannahavn, og yvirskíggjað í Týsklandi. Veðrið í Baku er gott, eini 29 hitastig og rættiliga kvalið, lukkutíð við einum fittum loti eisini.

Móttøkan her sum heild verið ógvuliga professionell, líka frá akkreditatiónsdeplinum úti á flogvøllinum og til døgn-caféirnar við ókeypis øllum í Athlete’s Village.

Dagurin í morgin fer at ganga við at koma til rættis í Baku. Venjarin Petur Heðin á Fløtti fer við svimjarunum at venja morgun og seinnapart, meðan ferðaleiðari Anni á Hædd og Rókur í Jákupsstovu fara á fund við fyriskipararnar.

Sum tit kanska hava uppdagað á myndunum, so hevur Svimjisambandið keypt nýggjan landsliðsbúna til landsliðssvimjarar, av slagnum Arena. Hetta við góðari vælvild frá Sportigan. Sum heild er móttøkan góð, at sleppa í eitt veruligt svimjiklædnamerki, um enn onkur stødd kanska kundi passa betri.

Í Baku er tað serliga at vit vegna neyðsemjuna við EOC og LEN ikki mugu prýða okkum við Merkinum og “Føroyar”, umframt at har eru restriktiónir fyri sponsormerki eisini. Tí er einans SSF-búmerkið prentað á klæðini til Baku, meðan tey til Jersey vera meira fullfíggjað.

Í morgin vita vit nógv meira um hvussu hetta fer at spæla endaliga av, við føroysku luttøkuni undir LEN-flaggi, á fyrstu Evropeisku Leikum nakrantíð.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Baku

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.