Pál 15:09.17 og bronsu í 1500 frí á Mare Nostrum í Canet

Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í A-finaluni í 1500 metra frísvimjing á Mare Nostrum stevnuni í Canet, og megnaði har at svimja seg til eitt bronsuheiðursmerki.



Kanadiski Ryan Cochrane hevði av eini og hvørjari orsøk meldað avboð, og kjansurin at vinna gull var tí væl størri enn tað tyktist í gjár, aftaná at Cochrane hevði vunnið bronsu í 400 frí.

Men valiski Daniel Jervis vildi tað øðrvísi, og legði út sum eitt óløgi, so at nógvar kroppslongdir vóru aftur til restina longu aftaná 400 metrar.

Nakrir dragnaðu tí beinanvegin úr kappingini um heiðursmerki, meðan týski Meissner, bretski Milne og Pál lógu meira javnir einar 4-5 kroppslongdir aftanfyri Jervis, tá aftaná 400.

Við 700 metrar byrjaðu Pál og Meissner at svara aftur, og tóku Jervis so mikið aftur at teir høvdu um føturnar á honum við 1000 metra markið ella har á leið, meðan Milne mátti sleppa.

Men valisin var knáur og svaraði aftur, so at Pál og Meissner mistu sambandið við hann aftur, Pál tíverri meira enn Meissner.

Síðstu 200 metrarnar hevði Pál eitt sindur meira enn orku enn Meissner, so at tað aftur varð spennandi um bronsuna, meðan Jervis var meira tryggur fremst.

Men tað var ov seint, so at heiðursmerkjabýtið varð rættiliga greitt býtt, Jervis á 15:05.65, Meissner á 15:07.90 og Pál á 15:09.17.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.