Pál 15:13.88 og gull í 1500 frí á Danish Open 2015

Pál Joensen vann fyri løtu síðani eitt gull afturat á Danish Open 2015, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:13.88. Polsku Wojdak Wojciech og Filips Zaborowski vunnu ávikavíst silvur og bronsu við 15:15.57 og 15:32.07.



Tað var eitt sindur av einum ‘spadseretúri’ hjá Páli, har tað tíðliga sást at hann ikki fór eftir nakrari heilt øgiliga góðari tíð. Polski Wojciech fekk væl hingið í, umleið eitt sekund aftanfyri Pál, og restin fór so væl afturum.

Aftaná 800 metrar gjørdi Wojciech eitt rykk, og náddi faktiskt eitt vet fram um Pál við 1000 metrar. Men so svaraði Pál aftur og dró frá, so at Wojciech mátti sleppa aftaná umleið 1200 metrar.

Tíðin hjá Páli var nakað verri enn teir 15:10.35 sum hann vann gull við í Marseille hin 3. mars í ár. Men hon er so undir A-kravtíðina hjá FINA til HM í Kazan, sum 15:14.77, og fyri alt tað svam Pál eina klassatíð í 800 frí, fyrradagin.

Óli Mortensen royndi seg eisini í skjótasta riðli nú á Danish Open, og lá til eitt 5. pláss tá ið teir høvdu svomið umleið 1100 metrar. Men so varð hann eftir øllum at døma raktur av ‘hamarinum’, so at hann endaði sum nr 8 við tíðini 15:59.43. Besta tíð hjá honum er 15:51.66 frá Amsterdam Swim Cup í desember mánaða.

úrslitalistan her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.