Stór verkætlan sjósett so at fleiri danir skulu duga at svimja

Danska svimjisambandið kunngjørdi í dag úrslitini av eini kanning sum staðfestir, at triði hvør vaksni dani og annaðhvørt barn í aldrinum 7-14 ár ikki metir seg kunna svimja 200 metrar, ið er norðurlendska definitiónin uppá at duga at svimja.



Hetta hóast heili 91% av vaksnum dønum halda tað vera týðandi ella sera týðandi at duga at svimja, og hóast fimti hvør dani sigur seg hava verið nær við at drukna. Nýggjastu tøl frá TrygFonden staðfesta at tað í 2012 druknaðu 57 fólk í Danmark, sum merkir at drukning hóast fallandi tøl enn er ein lutfalsliga vanlig orsøk til at doyggja av vanlukku.

Danska svimjisambandið hevur tí í samstarvi við TrygFonden og Danmarks Idrætsforbund nú sjósett eina 3-ára verkætlan, til at fáa fleiri og betri svimjarar í framtíðini.

Tey fara millum annað at kanna um tað ger mun at flyta svimjiundirvísingina frá sum nú er vanligt at byrja í 4. – 5. flokki, til at byrja fyrri. Syddansk Universitet kemur at hjálpa við rannsóknararbeiðnum, meðan Dansk Skoleidræt stuðlar við vitan um læring og trivnað gjøgnum ítrótt.

Lesið meira á nýstovnaðu heimasíðuni www.allesvømmer.dk, og sí svoem.org

Viðfestu myndir eru frá framløguni í dag, har stjórin í Dans Svømmeunion Pia Holmen legði fram, og Mary krúnprinsessa eisini luttók, sum protektor hjá Dansk Svømmeunion. Mary krúnprinsessa er fyrrverandi kappsvimjari, frá tá ið hon búði í Tasmania.

Images courtesy of Michael Vienø / Dansk Svømmeunion

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.