Pál 3:54.44 og bestu tíð í innleiðandi 400 frí á MOM Marseille 2015

Pál Joensen svam seg í morgun víðari til A-finalu nummar tvey á “Meeting Open Méditerranée” í Marseille 2015, tá ið hann í innleiðandi 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:54.44. Hetta var besta tíð av teimum 34 sum royndu seg í greinini. Sí úrslitalistan her.

Frans Johannesen royndi seg eisini í 400 frí, og endaði sum nummar 26 við tíðini 4:08.96.

Magnus Jákupsson royndi seg í 100 firvald, og varð nummar 30 við tíðini 57.41. Sí úrslitalistan her

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.