10 svimjarar staðfestu støði til Oyggjaleikir

Ikki færri enn 10 svimjarar staðfestu støði til Oyggjaleikir á Jersey í summar, tá ið kappast varð á Norðoya Sparikassa stevnuni í Klaksvík í vikuskiftinum. Og tað enntá rættiliga væl fordeilt yvir svimjigreinar og -teinar, so at møguleiki skuldi verið fyri nógvum heiðursmerkjum á Jersey.



Svimjararnir koma úr teimum trimum feløgunum við 25 metra hyli, har Suðuroyar Svimjifelag skjótt kann breggja sær av at eiga 50 metra hyl eisini. Har eru aðrir svimjarar afturat hesum 10 sum hava klárað kravtíð, og møguleiki skuldi tí verið við einum rímiliga stórum hópi sum fer til Oyggjaleikir í ár.

Gevið gætur, at eingin er tryggjaður úttøku, fyri tað um hann ella hon hava klárað kravtíð. Í síðsta enda er tað starvsnevndin hjá Svimjisambandi Føroya sum tekur út, har hugt verður at øðrum viðurskiftum eisini, so sum hvussu væl viðkomandi hevur vant í seinastuni. Hetta í eini roynd at tryggja okkum at svimjararnir verða klárir eisini í summar.

Kravtíðirnar til Oyggjaleikir eru roknaðar sum meðaltíðin av bronsuheiðursmerkjunum á seinastu trimum Oyggjaleikum, og góður kjansur skuldi tí verið fyri úrslitum á leið við bronsuheiðursmerki ella betur í summar. Í summum førum vóru svimjararnir enntá væl skjótari nú á Ægir-stevnuni, so at teir kunnu kappast um gull á Jersey.

Síðsti kjansur fyri úttøku til Oyggjaleikir, er á HS-stevnuni í apríl mánaða. Sonevnda ‘úttøkustevnan’, hóast hon ikki einasti møguleiki fyri at kvalifikatión, men bara síðsti kjansur.

Svimjarar sum kláraðu kravtíð á Ægir-stevnuni, nú

  • Sára R. Nysted (2001) SuSvim 1:06.74 í 100 blandað (kravtíð 1:07.40)
  • Óli Mortensen (1996) HS 2:05.90 í 200 firvald (kravtíð 2:06.28)
  • Astrið Foldarskarð (1994) HS 26.66 í 50 frí (kravtíð 27.04)
  • Sára R. Nysted (2001) SuSvim 2:21.20 í 200 blandað (kravtíð 2:22.27)
  • Cecilia W. Eysturdal (1996) Ægir 8:58.47 í 800 frí (kravtíð 9:07.86)
  • Vár E. Eidesgaard (2001) HS 8:59.27 í 800 frí (kravtíð 9:07.86)
  • Signhild Joensen (2000) Ægir 2:19.24 í 200 rygg (kravtíð 2:20.03)
  • Jonna B. Thomsen (1996) Ægir 1:04.02 í 100 firvald (kravtíð 1:04.38)
  • Astrið Foldarskarð (1994) HS 1:04.14 í 100 firvald (kravtíð 1:04.38)
  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 33.72 í 50 bringu (kravtíð 34.12)
  • Róland Toftum (1998) SuSvim 2:22.11 í 200 bringu (kravtíð 2:22.32)
  • Signhild Joensen (2000) Ægir 30.66 í 50 rygg (kravtíð 30.80)
  • Astrið Foldarskarð (1994) HS 30.79 í 50 rygg (kravtíð 30.79)
  • Alvi Hjelm (1996) Ægir 4:28.78 í 400 blandað (kravtíð 4:31.90)

Ella skrivað eitt sindur ørvísi

  • Úr Suðuroyar Svimjifelag: Sára Ryggshamar Nysted (2001) og Róland Toftum (1998)
  • Úr Havnar Svimjifelag: Óli Mortensen (1996), Astrið Foldarskarð (1994) og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001)
  • Úr Ægir: Cecilia Wigant Eysturdal (1996), Jonna Bjartalíð Thomsen (1996), Signhild Joensen (2000), Ásbjørg Hjelm (1999) og Alvi Hjelm (1996)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.