Um eg ikki havi talt galið, so eru føroysku svimjararnir heilar 25 ferðir í finalu nú seinnapartin, tá ið fyrsta finaluumfar á Reykjavík International Games 2015 fer av bakkastokki. Har eru tvær kappingar uttan føroyska luttøku, men annars eru vit umboðaði í øllum.
Íslendska RÚV sendir beinleiðis frá finalunum.
Føroyska finaluluttøkan nú seinnapartin
- 17:00 Menn 50 rygg: Eingin føroysk luttøka
- 17:00 Kvinnur 50 bringu: Ásbjørg Hjelm (Ægir) #1 í A-finalu, Hanna Lervig (Reysti) #3 í B-finalu
- 17:05 Menn 50 firvald: Eyðbjørn #2 í A-finalu
- 17:05 Kvinnur 50 frí: Signhild Joensen (Ægir) #8 í A-finalu, Jana Thomsen (Reysti) #3, Cecilia W. Eysturdal (Ægir) #4 og Victoria W. Eysturdal #8 í B-finalu
- 17:10 Menn 400 frí: Óli Mortensen (HS) #1 og Alvi Hjelm (Ægir) #2 í finaluni
- 17:15 Kvinnur 200 blandað: Sára R. Nysted (SuSvim) #1 og Victoria W. Eysturdal (Ægir) #8 í finaluni
- 17:20 Menn 200 rygg: Eingin føroyskt luttøka
- 17:25 Kvinnur 100 rygg: Signhild Joensen (Ægir) #3 og Sára R. Nysted (SuSvim) #7 í A-finalu
- 17:25 Menn 100 bringu: Róland Toftum (SuSvim) #3 í A-finalu, Rókur Trygvason (Reysti) #1 í B-finalu
- 17:35 Kvinnur 200 bringu: Ásbjørg Hjelm (Ægir) #1 og Sára R. Nysted (SuSvim) #2 í finaluni
- 17:40 Menn 200 firvald: Óli Mortensen (HS) #3 í A-finaluni
- 17:45 Kvinnur 100 firvald: Sólrun Kjærbo (SuSvim) #7 í B-finaluni
- 17:55 Menn 100 frí: Óli Mortensen (HS) #2, Alvi Hjelm (Ægir) #4 og Eyðbjørn Joensen (SuSvim) #7 í A-finaluni
- 18:00 Kvinnur 200 frí: Cecilia W. Eysturdal (Ægir) #2, Sára R. Nysted (SuSvim) #4 og Victoria W. Eysturdal #5 í finaluni
Úrslitini fara at kunna síggjast her, so hvørt sum svomið verður.