Reysti, Ægir og SuSvim á venjingarlegu í Íslandi

Ein hópur av føroyskum svimjarum og leiðarum fór í dag til Íslands, at venja á langgeil og síðani kappast á Reykjavík International Games 2015. Tey eru 14 føroyskir svimjarar úr svimjifelagnum Reysti í Eysturkommunu, Ægir í Klaksvík og Suðuroyar Svimjifelag, umframt 2 venjarar og 3 leiðarar/kokkar.

(Eyðbjørn og onkur úr Ægir í uttandurahylinum í Reykjavík. Morensa Thomsen eigur myndina)

Hetta er ferð sum svimjifeløgini sjálvi skipa fyri, og sum tey eisini sjálv fíggja. Endamálið er sum nevnt at venja á langgeil, sum íslendingar eru so vælsignaði við, og síðani at kappast á Reykjavík International, har vit plaga at klára okkum væl.

Fríggjadagin koma fleiri afturat, úr Suðuroyar og Havnar Svimjifelag. Hetta tá einamest til svimjistevnuna, sum byrjar sama dag.

(Morensa Thomsen eigur myndina)

Í fjør vunnu føroysku svimjararnir tilsamans eini 7 gull, 6 silvur og 4 bronsu, umframt at Óli Mortensen vann úr Havnar Svimjifelag vann heiðurin sum næstbesti mannligi svimjari á stevnuni, og Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir heiðurin sum fjórbesti kvinnuligi svimjari.

Ferðaliðið sum fór í dag

Reysti

  • Hanna Lervig
  • Rókur Trygvason
  • Jana Thomsen
  • Petur Pauli á Høvdanum

Morensa Thomsen er venjari
June Jónsveinsdóttir er ferðaleiðari og kokkur

(Morensa Thomsen eigur myndina)

Ægir

  • Cecilia Wigant Eysturdal
  • Victoria Wigant Eysturdal
  • Ásbjørg Hjelm
  • Signhild Joensen
  • Alvi Hjelm
  • Eskilda Bjarnadóttir
  • Halla á Fløtti
  • Maibritt Niclassen
  • Sólva A. Sigurðsson

Petur Heðin á Fløtti er venjari
Miriam Hjelm og Kirstin á Fløtti kokkar

Suðuroyar Svimjifelag

  • Eyðbjørn Joensen

(Morensa Thomsen eigur myndina)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.