Sun Yang tikin fyri doping

Breaking news, kinesiska tíðindastovan Xinhua skrivar her at Sun Yang varð tikin fyri doping á stevnu í mai mánaða, sum tískil viðførdi 3 mánaðar karantenu. Hetta fyri trimetazidine. Sun Yang er væl øllum kunnugt sterkasta navn í svimjing á langgeil, sum olympiskur meistari, heimsmeistari og ánari av heimsmetinum.

Sambært eini aðrari søgu á Xinhua, so var karantenan longu avgreidd hin 16. august. Craig Lord skrivar út í æsir um søguna her á SwimVortex. Sí eisini CCTV News.

FINA hevur nú kunngjørt tað á sínum lista yvir dopingfráboðanir. Læknin hjá Sun Yang fekk opinbart eina longri karantenu, fyri at hava verið uppi í hesum her.

Doping Offence – Sun Yang (CHN)
On May 17, 2014, the swimmer Sun Yang (CHN) was tested positive to the substance Trimetazidine (Class S.6.b Specified Stimulants) following an in-competition doping control test conducted with the occasion of the Chinese National Championships.

The China Swimming Association imposed a sanction of 3 months’ ineligibility on the athlete starting on May 17, 2014. Furthermore, the China Swimming Association imposed a sanction of 1 year ineligibility on Ba Zhen, the doctor of the athlete, starting on the same date.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.