Kunning frá Svimjisambandi Føroya
Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil, sum verður í Doha hin 3. til 7. desember 2014:
- Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
- Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
- Cecilia Wigant Eysturdal (1996), Ægir
Venjari verður Rui Filipe Magalhães, høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag.
Ferðaleiðarar verða Malan Vitalis Bærendsen og Rókur í Jákupsstovu.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu